Innanlands

Carles Puigdemont: Eg takki føroyingum fyri bíðskapin

Á Twitter takkar umstríddi fyrrverandi forsetin í Katalonia føroyingum fyri vitjanina

(Mynd: Carles Puigdemont)

(Mynd: Carles Puigdemont)

2018-10-15 06:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Umstríddi fyrrverandi forsetin í Katalonia hevur verið í Føroyum á vitjan seinastu dagarnar, og á Twitter takkar hann fyri blíðskapin.

- Í Føroyum hitti eg eitt mentað fólk, sum tóku væl ímóti mær og sýndu stóran blíðskap. Eg mæli øllum til at vitja hesar avbera vøkru oyggjar, skrivar hann í Twitter-boðunum, sum fleiri enn 5000 hava dámt.

Á føroyskum skrivar hann “Eg takki føroyingum hjartaliga fyri blíðskapin”.

Og at enda takkar hann Magna Arge, fólkatingslimi, sum hevur skipað fyri vitjanini.

- Gràcies Magni Arge.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder