2018-10-09 12:07
Fyrrverandi forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont, fer at umboða Katalonia á ráðstevnuni um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt, sum Tjóðveldi skipar fyri í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 12. oktober.
Umboðið úr Skotlandi verður Kenneth Gibson, tingmaður úr skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, og úr Ný Kaledonia kemur leiðarin í fullveldisrørsluni har, Daniel Goa. Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, fer at leggja fyri.
Ráðstevnan byrjar kl. 13.15 fríggjadagin í Skálanum í Norðurlandahúsinum og er almenn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald