
Forsætisráðharrin í Kanada, Mark Carney frá liberala flokkinum, hevur staðfest, at hann hevur vunnið tjóðartingsvalið í Kanada í gjár.
Tað gjørdi hann í røðu í Ottawa í gjárkvøldið, kanadiska tíð, skrivar Reuters tíðindastovan.
Carney legur upp til samstarv við allar flokkar í tjóðartinginum. Tað er eyðsæð, at avbjóðingarnar frá nýggja amerikanska forsetanum verður mett at vera mest týðandi uppgávan hjá kanadisku stjórnini í løtuni.
Uppteljingin eftir valið er ikki liðug enn í stóra norðuramerikanska landinum, sum røkkur yvir seks ymiskar tíðarsonur.
Í morgun okkara tíð stóð liberali flokkurin til at hava fingið oman fyri 43 prosent av atkvøðunum. Tá vóru 60 prosent av atkvøðunum taldar. Men tá vístu prognosurnar frá fleiri sjónvarpsstøðum, at liberali flokkurin kann skipa stjórn. Enn er tó óvist, um flokkurin hjá Carney kann skipa meirilutastjórn, skrivar dr.dk.
Leiðarin fyri konservativa flokkin, Pierre Poilievre, staðfesti eisini í gjárkvøldið, at flokkur hansara hevur tapt valið, og hann ynskti Carney tillukku við sigrinum.
Mark Carney hevur verið kanadiskur forsætisráðharri síðan 9. mars, tá hann loysti Justin Trudeau av í sambandi við floksskifti í liberala flokkinum.
Síðani tá hevur handilskríggj valdað millum Kanada og USA. Ágangurin frá Donald Trump verður mettur at hava havt týdning fyri valið, tí valstríðið hevur í høvuðsheitum snúð seg um, hvør av teimum báðum biðlunum til at gerast stjórnarleiðarar, er tann besti til at stýra Kanada gjøgnum ófriðarligu tíðirnar og ótryggleikan, sum valdar.
Mark Carney er nýggjur í kanadiskum politikki. Áðrenn hann gjørdist floksformaður og tók yvir uppgávuna sum forsætisráðharri, hvar hann stjóri í Bank of Canada.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald