Uttanlands

Charles krúnprinsur fyllir 70

Charles prinsur er tann trónarvingi, sum hevur bíðað longst eftir at gerast kongur

2018-11-14 12:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Krúnprinsurin í Stórabretlandi, Charles krúnprinsur, fyllir 70 ár í dag. Hann varð borin í heim 14. november í 1948, tá Elizabeth drotning átti sín fyrsta son.

Við sínum 70 árum er Charles krúnprinsur tann trónarvingurin, sum hevur bíðað longst eftir at gerast kongur í Stórabretlandi. Tað gjørdist hann longu í 2013, tá hann var 64 ár og 10 mánaðir. Hann verður tí tann elsti monarkurin, sum setur seg á trónuna í Stórabretlandi.

Serfrøðingar meta nú, at Charles krúnprinsur ikki fær nakran stóran leiklut í søgubókunum. Av tí at hann er vorðin so gamal, hevur almenningurin í Stórabretlandi mist áhugan fyri honum, og fylgja nú betri við synum hansara, Harry prinsi og William prinsi. Ein kanning, sum bretska Yougov hevur gjørt millum 3600 bretar vísir, at Charles krúnprinsur er nummar sjey í røðini yvir best umtóktu kongaligu í Stórabretlandi. Best umtókt eru Harry prinsur, síðani Elizabeth drotning, og triði er William prinsur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder