Uttanlands

Charles prinsur smittaður við covid-19

Bretski trónarvingin og Camilla hertúginna sita nú í sóttarhaldi í Skottlandi

Camilla hertúginna og Charles prinsur avmyndað í sambandi við at tey vóru til gudstænastu í Westminster Abbey í London 9. mars (Mynd: EPA)

Camilla hertúginna og Charles prinsur avmyndað í sambandi við at tey vóru til gudstænastu í Westminster Abbey í London 9. mars (Mynd: EPA)

2020-03-25 12:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Charls prinsur, arvingi til bretsku kongstrónuna, hevur fingið koronasmittuna.

Tað veit Sky News at siga í dag. Boðini eru váttað av kongaliga bústaðnum hjá prinsinum, Clarence House.

Bæði 71 ára gamli prinsurin, og kona hansara, Camilla hertúginna, eru testað. Men hon hevur ikki fingið smittuna.

Hjúnini eru í løtuni í Skottlandi, har tey sita saman í sóttarhaldi.

- Hann hevur havt veik sjúkueyðkenni, men hevur tað annars gott og hevur arbeitt sum vanligt heimanífrá hesar seinastu dagarnar, ljóðar fráboðanin frá Clarence House.

Kongshúsið hevur ikki kunnleika til, hvussu krúnprinsurin kann hava fingið smittuna:

- Tað er ikki gjørligt at staðfesta, hvørjum Charles prinsur hevur fingið virussið frá, tí hann hevur luttikið í nógvum tiltøkum hesar seinastu tvær vikurnar, sigur kongshúsið.

Sambært Sky News var seinasta almenna tiltakið hjá prinsinum ein vælgerandi móttøka og døgurði á Mansion House í London 12. mars til frama fyri eldsbrunarnar í Avstralia.

Charles prinsur er elsti sonur Elizabeth drotning av Stórabretlandi.

Skrivstovan hjá dtorningini á Buckingham Palace í London sigur, sambært Sky News, at drotningin hevur tað gott. Seinast hon var saman við Charles prinsi, var 12. mars.

Boðini um at prinsurin er smittaður koma stutt eftir, at stórur partur av bretska samfelagnum varð lagt stilg.

Mánakvøldið segði Boris Johnson, forsætisráðharri, at ógvuslig tiltøk eru neyðug til tess at støðga koronasmittuni í Bretlandi.

Hesar komandi vikurnar er, til dømis, bannað at hittast fleiri enn tvey fólk saman – um ikki talan er um eitt húski. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder