Innanlands

Chrismas Child: 3.905 skógvaeskjur úr Føroyum til Moldova

Skógvaeskjurnar fóru um vikuskiftið av landinum - tær eru nakað færri í tali enn undafarin ár

Mynd: Trúboðin

Mynd: Trúboðin

2019-11-07 14:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum føroyska íkastið í tí sum verður nevnt “heimsins størsta jólatiltøk fyri børn”, sendi Christmas Child Føroyar í síðstu viku 3.905 skógvaeskjur við jólagávum til fátæk børn av landinum. Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari.

Seinastu mongu árini hava nógvar skógvaeskjur við ymiskum lutum verið latnar.  Rákið seinastu fáu árini hevur veirð, at talið av innkomnum skógvaeskjum minkar., og soleiðis er eisini hesu ferð. Seinastu árini hevur talið verið nakað omanfyri 4.000 skógvaeskjur. Trúboðin boðar frá, at  føroyingar lata nógvar gávur í mun til fólkatalið, men nevndin fyri Christmas Child Føroyar hevur umrøtt, hvat gerast kann fyri at venda gongdini. Nevndin takkar hjartaliga fyri tær 3.905 jólagávurnar, sum hesaferð fara til fátæk børn í Moldova

Í fleiri ár eru skógvaeskjurnar úr Føroyum farnar annars farnar til børn í Rumenia, men orsakað av formligum óvissum viðvíkjandi Brexit gjørdi nevndin í Onglandi av at senda skógvaeskjurnar til Moldova í ár. Støðan í Moldova líkist á mangar mátar støðuni í grannalandinum Rumenia, skrivar Trúboðin. 

Skipafelagið flutti um vikuskiftið skógvaeskjurnar til Onglands, har tær verða kannaðar og síðani umskipaðar til ferðina til Moldova

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder