Innanlands

Christian prinsur 13 ár

Komandi danakongur blivin tannáringur

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-15 17:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Elsti sonurin hjá krúnprinsaparinum, Christian prinsur, fyllir í dag 13 ár. Sostatt er fyrsti av teimum fýra børnunum hjá Fríðriki og Mary blivin tannáringur.

Christian prinsur varð føddur á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn 15. oktober 2005 klokkan 01:57.  Hann varð doyptur Christian Valdemar Henri John, prinsur av Danmark og greivi av Monpezat tann 21. januar 2015 í slotskirkjuni á Christiansborg,

Á Føroyavitjanini hjá krúnprinsafamiljuni var eisni greitt, at Fríðrikur og Mary spakuliga fyrireika Christian prins til uppgávuna, sum komandi kongur av danska kongaríkinum.

Saman við pápa sínum var hann millum annað og vitjaði á Glasi í Marknagili, og eisini við til vitjanina í løgtinginum.

[object Object]Christian prinsur við Fríðriki krúnprinsi á Glasi (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Á Glasi (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]Uttanfyri løgtingið (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Á vitjanini í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Í bergtakandi umhvørvinum í Mikladali (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Í Mikladali (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder