Heimskenda tíðindastovan CNN hevur stevnt amerikanska forsetan Donald Trump. CNN stevnir Donald Trump fyri at “burturvísa og gera seg inn á” Jim Acosta, sum er korrespondenturin hjá tíðindastovuni í Hvítu Húsunum.
Tað var í farnu viku, at Donald Trump og Jim Acosta fóru at skeldast undir einum tíðindafundi í Hvítu Húsunum, har journalisturin spurdi Donald Trump um stóra bólkin av miðamerikanum, sum í løtuni eru á veg til USA. Donald Trump noktaði fyri at svara spurningunum hjá Acosta.
Eftir hendingina varð Acosta burturvístur úr Hvítu Húsunum, m.a. tí at hann skuldi havt handfarið ein praktikant í Hvítu Húsunum illa. Síðani hava fleiri víst á, at sjónbandið, sum Hvítu Húsini hava latið, sum skuldi prógva hesum pástandi, eftir øllum at døma er falska.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald