2018-08-02 11:02
Coop Danmark tekur nú aftur teirra Coop Frikadellepølse. Orsøkin er at gassgerð í pakkanum, sum ger at vøran er óegnað sum mannaføði.
Føroyskir handlar selja vøru frá Coop, eitt nú Føroya Keypssamtøka. Gassgerðin kemur orsaka av vøkstri í smáverum.
Talan er um Coop Frikadellepølse, við síðsta søludegi tann 28. august 2018. Coop heitir á fólk um at lata vøruna inn aftur í handlinum har hon er keypt ella at burturbeina hana.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald