Uttanlands

COVID-19: Fyrsti persónur deyður í Afrika

Talan er um ein 60 ára gamlan mann úr Týsklandi – talið á smittaðum er nú komið upp á 110.000

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2020-03-09 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Egyptalandi er ein 60 ára gamal týskur maður deyður av coronavirusinum. Hesum boðaði egyptiska heilsumálaráðið frá í gjár.

Hetta er fyrsta corona andlátið, sum er skrásett í Egyptalandi og í Afrika yvirhøvur, vísir uppgerð frá amerikanska Johns Hopkins University.

Týski maðurin var farin til Egyptalands fyri góðari viku síðani, og 6. mars varð hann innlagdur eftir at hava víst sjúkueyðkenni. Á sjúkrahúsinum varð hann kannaður fyri COVID-19, og royndin var positiv, skrivar Ritzau.

Um allan heimin hava tilsamans 110.288 fólk fingið staðfest COVID-19, og 3.831 eru deyð av sjúkuni. 62.393 eru higartil vorðin frísk aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder