Fríggjadagin kom 34 ára gamla amerikanska kvinnan, Kathryn Mayorga fram í týska blaðnum Der Spiegel við pástandinum um, at portugisiski fótbóltsleikarin Cristiano Ronaldo neyðtók hana í einum hotelkamari í Las Vegas í 2009.
Kathryn Mayorga sigur eisini, at Ronaldo gav henni 375.000 dollarar (uml. 2,6 milliónir krónur) fyri at tiga.
Sambært Kathryn Mayorga hittust tey á einum dansistaði í Las Vegas, og seinni neyðtók hann hana á einum hotelkamari.
Søgan kom longu fram í fjør, men hetta er fyrstu ferð, at Mayorga sjálv ber fram sína søgu.
Hon greiðir frá, hvussu Ronaldo neyðtók hana og síðani spurdi, um hon fekk ilt.
"Hann fór niður á knæ og segði: 99 prosent av mær er ein góður maður, men eg veit ikki hvat bagir við tí eina prosentinum."
Ronaldo vísir ákærunum frá sær, og gjørdi fríggjakvøldið eina live-upptøku á Instagram, har hann noktaði at hava neyðtikið Mayorga.
"Hon ynskir at gerast kend við at brúka mítt navn," segði hann.
"Hetta er fake news. Hon vil bara gerast kend við at brúka mítt navn. Soleiðis er tað."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald