Uttanlands

Cruiseskip í havsneyð: Enn eitt skip fingið trupulleikar

Eitt flutningsskip í økinum hevur eisini fingið trupulleikar, og hetta seinkar flutningin av ferðafólki

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-03-23 18:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Meðan ferðafólkini umborð á Viking Sky vórðu flogin í land, varð boðað frá, at enn eitt skip hevði trupulleikar í økinum.

Les eisini: Cruiseskip í havsneyð í Noregi

Eitt flutningsskip hevur fingið trupulleir við motorinum, og sostatt skulu tey níggju fólkini umborð eisini flytast í land í teimum tyrlunum, sum longu eru á staðnum, sigur lokala løgreglan sambært DR. Hetta seinkar burturflutningin eitt sindur.

Sambært løgregluni er eingin av ferðafólkunum komin álvarsliga til skaða, men fleiri teirra eru flutt á sjúkrahús.

Sum nú er eru bert 103 ferðafólk flutt í land.

Um Viking Sky

Tað hevur kostað uml. 2,64 mia. krónur at byggja.

Uttan ferðafólk og last vigar skipið beint undir 50.000 tons.

Skipið er 227 metrar langt og 28,8 metrar breitt, og hevur 14 dekk.

Sambært Viking Cruises hevur skipið pláss fyri 930 ferðafólkum.

Skipið hevur 465 sovirúm, tveir handlar, tvær matstovur, tveir biografar, eitt sjónleikarhøli og eitt spa.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder