Uttanlands

Dagliga deyðstalið í Spania er framvegis minkandi

Talið er minkað við næstan 300 síðan fríggjadagin – í Spania eru nú fleiri enn 130.000 tilburðir skrásettir

Tómar gøtur í Spania (Mynd: EPA)

Tómar gøtur í Spania (Mynd: EPA)

2020-04-05 12:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið eru 674 fólk við COVID-19 deyð í Spania, upplýsa spansku heilsumyndugleikarnir.

Sostatt er enn einaferð talan um eina minking í mun til talið dagin fyri.

Fríggjadagin var talið 932, leygardagin var talið 809, og í dag er tað, sum kunnugt, 674, skrivar Ritzau.

Spania er eitt av harðast raktu londunum. Millum lond í Evropa er tað bert Italia, sum hevur eitt hægri deyðstal enn Spania. Á middegi í dag varð eisini boðað frá, at deyðstalið í Italia var komið uppum 15.000.

Seinasta samdøgrið eru 6.023 tilburðir av COVID-19 staðfestir afturat í Spania, og er samlaða smittutalið í landinum sostatt komið upp á 130.759.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder