Innanlands

Dalstunnilin: Ábyrgdarleyst at bíða eftir tunnilstoyminum

Privat feløg megna arbeiðið uppá triðingstíðina av hesum, siga Jenis av Rana og Bill Justinussen

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-12-06 20:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- At bíða eftir tunnilstoyminum, hvørs grundhugsjón er at minimera kostnaðin við m.a. bert at arbeiða í dagtíð, má, út frá oman fyri endurgivnu metingum teirra serkønu, metast ábyrgdarleyst.

Tað siga Jenis av Rana og Bill Justinussen í viðmerkingum til uppskot um at fara undir tunnil úr Húsavík til Dals so skjótt sum til ber. Teir báðir miðflokkamenninir løgdu uppskotið fyri løgtingið fyrr í vikuni.

- Fer boritoymið til verka, fara, sambart løgmanni, komandi 4-5 árini afturum, áðrenn dalsfólk fáa eina trygga farleið, meðan mett verður, at privat feløg óivað fara at megna arbeiðið uppá triðingstíðina av hesum.

- At lata dalbingar liva við einum vegi, sum av Landsverki og leiðandi politikarum verður so lemjandi lýstur, sum Dalsvegurin verður, meta vit uppskotsetarar vera ábyrgdarleyst, og leggja vit uppskotið fram, fyri at fáa tunnil til Dals gjørdan so skjótt, sum yvirhøvur til ber, siga teir báðir í uppskotinum.

Verkætlanin kostar 150 milliónir krónur, og upphæddin verður sambært uppskotinum býtt úr á 50 milliónir krónur fyri hvørt fíggjarár 2019-2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder