
Óttin fyri einum møguligum stórkríggi í Evropa, og útlitini til eitt veikari Nato, fær nú donsku stjórnina til at seta á stovn ein milliardagrunn, sum skal brúkast til at styrkja donsku verjuna.
Tað visti Danmarks Radio at siga í gjár frá fleiri týðandi stjórnarkeldum.
Grunnurin verður innanhýsis í stjórnini umrøddur sum “accelerationsfonden”.
Arbeiði við at seta grunnin á stovn hevur verið ávegis í eina tíð, og undir fyrireikigunum hevur stjórnin umhugsað at seta upp til 100 milliardir krónur av í grunnin. Roknað verður tó við, at endaliga støddin á grunninum ver at liggja um 50 milliardir krónur, skrivar dr.dk.
Sambært keldum tí at útboðið av hernaðarútgerð ikki er til at keypa fyri eina hægri upphædd.
Tær fyrstu 25 milliardirnar í grunninum skulu eftir ætlan brúkast longu í ár, meðan restin skal brúkast í 2026, siga keldurnar.
Í eini samrøðu við blaðið Jyllands-Posten í gjár váttaði stjórnin, at tað liggur ein ætlan um stóra dubbing, og at hetta fer fram uttan um vanlugu ES-reglurnar fyri útboð.
Ein møguleiki er fyri hesum í lóggávuni, um talan er um at verja týðandi tjóðarlig trygdaráhugamál.
- Við støði í trygdarpolitisku støðuni og álvaran, sum vit uppliva í løtuni, so verða vit noydd til at fáa hægri ferð inn í arbeiðið at fáa til vega tað, sum er neyðugt, fyri at verja okkum, sigur Troels Lund, verjumálaráðharri við Danmarks Radio.
Orsøkin er dapra hóttanarmetingin, sum Forsvarets Efterretningstjeneste, FE, kunngjørdi í farnu viku.
Her metir FE, at Russland hevur dubbað seg til at kunna føra eitt kríggj móti einum ella fleiri Nato-londum í komandi árum, ella gjøgnumføra eitt sokalla stórskala-kríggj í Evropa innan fyri fimm ár.
- Russland vil eftir øllum at døma vera sinnað til at brúka hernaðarvald í einum kríggi móti einum ella fleiri evropeiskum Nato-londum, um Russland fatar Nato sum hernaðarliga viknað ella i politiskari upplýsn. Hetta er sserliga galdandi, um Russland metir, at USA ikki kann ella vil stuðla evropeiskum Nato-londum í einum kríggi mót Russlandi, stendur í hóttanarmetingini.
Sambært Danmarks Radio hevur stjórnin í kjakinum um nýggja verjugrunnin eitt nú umrøtt at keypa luftverjuútgerð, sum Danmark ikki hevur í dag.
Ovasta stjórnarleiðslan fer helst at kunngera tíðindini mikudagin. Verjumálaráðharrin hevur ongar viðmerkingar til spurningar um nýggja grunnin, skrivar Danmarks Radio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald