Sunnukvøldið boðaði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen frá, at ætlann var at herða smittufyribyrgjandi tiltøkini í Danmark, orsakað av vaksandi smittutalinum.
Í morgun vórðu borgarstjórar í 38 donskum kommunum bodnir til talgildan fund í danska heilsumálaráðnum, har teir vórðu kunnaðir um tiltøkini.
Klokkan 11 í dag okkara tíð, verður eisini tíðindafundur í forsætismálaráðnum, har danska stjórnin kunnar almenningin um, hvørji tiltøk verða galdandi í Danmark um jólini, nýggjárið og restina av vetrinum.
Sambært TV2 fer stjórnin m.a. at boða frá, at matstovur, skeinkistøð, biografar og sjónleikarhús skulu lata aftur í stórum parti av landinum frá mikudegnum. Eisini verða allir skúlanæmingar frá 5. flokki og uppeftir sendir heim.
Millum Kommunurnar, sum verða raktar av tiltøkunum eru Keypmannahavn, Odense og Aarhus.
Sunnudagin varð boðað frá, at 1.745 persónar afturat vórðu staðfestir covid-19 positivir í Danmark. Tað er hægsta talið, landið hevur staðfest í eitt samdøgur, síðan farsóttin byrjaði at gera um seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald