Uttanlands

Danmark fer at koppseta tey 12 til 15 ára gomlu

Sundhedsstyrelsen boðaði frá hesum á tíðindafundi fyrrapartin

Søren Brostrøm (Savnsmynd: EPA)

Søren Brostrøm (Savnsmynd: EPA)

2021-06-17 11:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska heilsustýrið mælir nú til, at børn í aldrinum 12 til 15 ár eisini verða koppsett móti koronavirus. Tað boðaði stýrið frá á tíðindafundi fyrrapartin.

Valið er gjørt fyri at tryggja órin í fólkinum áðrenn næsta vetur, og eisini fyri at tryggja seg móti nýggjum frábrigdum.

- Tá vit eru liðug við at koppseta tey frá 16 ár og uppeftir, hava vit kanska eitt samfelagsórin á tilsamans 60-65 prosent. Hertil skulu leggjast tey undir 16 ár og sum hava verið smittað – so kanska verða vit 70 prosent.

- So er spurningurin, um tað er nóg mikið til at hava tamarhald á farsóttini. Svarið er helst, at tað ikki er nóg mikið. Tað er orsøkin til okkara tilmæli nú, segði Søren Brostrøm, stjóri á Sundhedsstyrelsen, sambært dr.dk.

Um børn í aldrinum millum 12 og 15 ár verða koppsett, hækkar órinið við umleið fýra prosentum.

Higartil er koppsetingin bert tilmælt fólkum 16 ár og eldri.

So sambært Søren Brostrøm er tað ikki fyri at verja tey 12 ára gomlu, at tað nú verður mælt til at koppseta tey. Men tí at tað er neyðugt fyri at tryggja órin í fólkinum.

Sundhedsstyrelsen roknar við at kunna fara undir at koppseta tey 12 til 15 ára gomlu í september.

Tilmælið hjá Heilsustýrinum kemur eftir, at EMA, evropeiska heilivágsstýrið, 28. mai góðkendi koronavaksinuna frá Pfizer til børn frá 12 ára aldri.

(Greinin dagførd kl. 13.30)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder