Danmark letur skjótari upp enn ætlað

Hetta hevur Mette Frederiksen fyri lítlari løtu síðani staðfest. Tað skal tó gerast róliga og í samráð við allar flokkarnar á Fólkatingið. Forsætisráðharrin fegnaðist um góðu gongdina i koronatølunum og innsatsin hjá dønum

- Vit eru komin væl ígjøgnum fyrra hálvleik, segði Mette Frederiksen á tíðindafundinum. Einki ítøkuligt kann tó avdúkast enn (Mynd: EPA)

- Vit eru komin væl ígjøgnum fyrra hálvleik, segði Mette Frederiksen á tíðindafundinum. Einki ítøkuligt kann tó avdúkast enn (Mynd: EPA)

2020-04-14 15:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Statsministeriet kunngjørdi seinnapartin, at tíðindafundur skuldi verða klokkan 16 (danska tíð). Fyri løtu síðani greiddi Mette Frederiksen so danska fólkinum frá, at nú koronastøðan er batnað í Danmark seinastu tíðina, verður møguleiki skjótt fyri at lata danska samfelagið meira upp.

Júst hvussu skulu flokkarnir á Fólkatingið tingast nærri um í kvøld, og tí kom einki ítøkiligt fram. Mette Frederiksen segði, at fleiri kanska verða vónbrotin, og hon vildo tó ikki lovað ov nógv, og kundi ikki siga hvat ítøkiligt øki verður meira opið, ella júst hvørji arbeiðspláss lata upp skjótt.. 

Forsætisráðharrin greiddi frá, at tølini er fallandi, og at tey síggja betri út nú, enn myndugleikarnir tordu at vóna.

Tølini frá í dag vísa, at í løtuni eru 380 fólk innløgd og 93 hava tørv á intensivari viðgerð. Hesi tølini hava verið yvir ávíkavist 400 og 100 leingi. 1. Apríl vóru nakað yvir 500 innløgd við covid-19 í Danmark. Væntað var tá, at áleið 200 vóru á inntensivu deild beint eftir páskir.

Onnur tøl fyri Danmark:
80 liggja í respirator.
299 fólk eru deyð við koronavirusinum
6.496 hava fingið staðfest smittuna – 2515 eru vorðin frísk

Kåre Mølbak frá Statens Serum Institut segði seinni á tíðindafundinum, at smittutalið er nógv lækkað - at tað liggur á áleið 0,6, og at tað ikki fer uppum 0,8, um samfelagið letur róliga upp aftur. Tó staðfesti hann, eins og forsætisráharrin, at fólk noyðast at halda fram at vísa ábyrgd og halda tiltøkini.

Her er í stuttum tað, sum Mette Frederiksen segði áðrenn páskir

Eru komin væl ígjøgnum 1. hálvleik

Mette Frederiksen gjørdi greitt, at tað ikki skal latast ov skjótt upp, og at tað skal verða stýrt væl.

- Vit skulu framhaldandi taka reinføri í størsta álvara og ikki slaka viðvíkjandi tí at halda frástøðu og ikki at savnast í stórum bólkum.

Hetta royna kommunurnar nú at finna besta háttin at halda, nú tær skulu lata dagstovnar og skúlarnar upp aftur. Tað verður arbeitt hart við í løtuni – eins og í Føroyum.

Forsætisharrin staðfesti, at nógvir spurningar hava verið um ætlanina hjá donsku myndugleikunum – serliga um tað hevur verið tikið ov lítið atlit til tað fíggjarliga, og um ov nógv hevur verið latið aftur ov skjótt.

- Eg skilji væl, at tað eru nógvir spurningar. Vit hava ongantíð latið eitt land aftur ella roynt at latið tað upp aftur eftir koronavirus. Hetta er ókent farvatn hjá okkum øllum – tað er nógv, vit ikki vita um koronavirus enn. Talan er um størstu kreppuna síðani 2. heimsbardaga, og vit hava megnað tað betri, enn man kundi væntað. Okkara mál hevur fyrst og fremst verið at bjargað mannalívum, síðani at heilsuverkið ikki verður ovbyrjað, og síðani at tálma fíggjarligu avmarkingunum.

Mette Frederiksen segði, at støðan í  Danmark er betri enn so nógva aðrastaðni. Tí fer tað at bera til at lata meira upp í fasu 1, enn upprunaliga ætlað. 

- Tað sær út til at verða komin væl ígjøgnum 1. hálvleik í dystinum móti korona – gott Danmark! Takk fyri tykkara innsats.

Politisk avgerð

Í seinastuni hevur Mette Frederiksen verið fyri atfinningum, tí hon ikki hevur tikið ymsu flokkarnar uppá ráð í spurninginum um handfaringina av koronastøðuni.

Forsætisráðharrin hevur sagt, at hetta er tikið til eftirtektar, og í kvøld klokkan 18.00 verða politiskar tingingar um tilgongdina at lata meira upp í fasu 1. Umboð fyri allar flokkar luttaka á videofundinum.

Á páskum hava flokkarnir eisini tingast um støðuna viðvíkjandi hvussu heilsuverkið kann latast meira upp. Tað hevur tó ikki eydnast. Tó er semja funnin um hetta millum stjórnina, heilsumyndugleikararnir, landsøkini og kommunurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder