Eftir álopið í nátt á Ain Al-Asad herstøðina í Irak, hevur danska stjórnin í dag gjørt av, at taka ein part av donsku manningini, sum er á herstøðini, úr Irak.
Tað upplýsti Mette Frederiksen, forsætisráðharri á tíðindafundi seinnapartin.
- Tað er okkara sannføring, at tað sum tey sameindu gera í stríðnum móti ISIL er avgerandi fyri okkara trygd í mun til yvirgang. Men trygdin hjá okkara herfólkum hevur okkara hægstu raðfesting. Vit hava tí gjørt av at flyta nøkur av herfólkunum til Kuveit. Men tað er av týdningi at sláa fast, at hetta bert er fyribils, segði forsætisráðharrin.
Tað er tí ikki øll herfólkini í Irak, sum verða flutt. Tað eru tey herfólkini, sum hava staðið fyri venjingini av irakiskum herfólkum, sum nú fyribils fara til Kuvait. Sambært forsætisráðharranum vera millum 30 og 40 danir eftir í Irak.
Umleið 100 verða flutt úr landinum – hartil eru nakrir fáir, sum hava uppgávur í irakiska høvuðsstaðnum, Bagdad.
Uttanríksinevndin hjá Fólkatinginum hevði seinnapartin fund um støðuna, nú Iran nú ger álvara burtur úr hóttanum um hevnd eftir at USA í farnu viku gjørdi av við landsins hernaðarleiðara, Qassem Suleimani.
Eftir fundin heitti nevndarformaðurin, radikali Martin Lidegaard, fyrrverandi uttanríkisráðharri, á stjórnina um at taka donsku herdeildirnar heim. Men semja er ikki um hetta millum politisku flokkarnar í Danmark.
Onnur ES-lond, eitt nú Spania og Týskland, hava tikið avgerð um at heimsenda teirra herdeildir í Irak.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald