2025-12-01 08:00
Í gjárkvøldið um 20-tíðina varð boðað frá einum innbroti í Rúsuni á Sandi.
Onkur hevði brotið ein rút og skaffað sær atgongd til Rúsuna, men líkt er ikki til, at viðkomandi er farin av stað við nøkrum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Løgreglan hevur eina slóð at ganga eftir, og m.a. vakmyndatól skal kannast, men løgreglan vil fegin frætta frá fólki, um tey hava sæð ella hoyrt okkurt, sum kann hjálpa teimum víðari við málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald