Danska uttanríkisráðið hevur nú sent boð út til fleiri at teimum, sum starvast á landsins sendistovum úti í heimi um at koma heim, skrivar dr.dk.
- Í fleiri londum, har heilsuskipanin verður mett at vera lutfalsliga óviss, ella har trygdin tykist ganga skeiva vegin orsaka av koronakreppuni, hevur Uttanríkisráðið givið medarbeiðarum, sum ikki taka sær av átroðkandi uppgávum um at koma heim til Danmarkar í eina tíð, upplýsir uttanríkisráðið.
Hetta er galdandi fyri danskar, sum eru 38 ymsa staðni kring heimin, og sum uttanríkisráðið metir vera ótrygt at vera. Eitt nú Meksiko, Bangkom í Teilandi, New Dehli í India, Sofia í Bulgaria og Beograd í Serbia.
Tilsamans eru 69 av 193 útsendum starvsfólkum hjá uttanríkistænastuni í løtuni stødd í Danmark, skrivar dr.dk.
Hóast heimkallingina, so eru donsku sendistovurnar kring heimin framvegis opnar. Danmark hevur yvir 100 sendistovur, aðalkonsulat og skrivstovur av ymsum stað kring um í heiminum.
- Allar tær 100 donsku umboðsstovurnar eru opnar, mannaðar og virknar í tænastuni at veita hjálp, bæði viðvíkjandi koronakreppuni og øðrum uppgávum, skrivar uttanríkisráðið.
Í løtuni mælir uttanríkisráðið øllum frá at fara út á ferðir, sum ikki eru neyðugar. Og øll, sum koma til Danmarkar úr útlandinum skulu halda seg heima í 14 dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald