placeholder
Uttanlands

Danmark kallar ambassadør sín í Iran heim

Danmark sigur seg vita, at iranska stjórnin hevði ætlanir um morðroynd á danskari jørð

Anders Samuelsen, danskur uttanríkisráðharri

Anders Samuelsen, danskur uttanríkisráðharri

2018-10-31 08:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danski ambassadørurin í Teheran í Iran er kallaður heim. Danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, hevur biðið danska ambassadørin um at koma heim, eftir at tíðindini um, at iranska fregnartænastan hevði ætlanir um eina morðroynd móti iranum á danskari jørð.

Hetta er tó ikki einasta reaktiónin hjá donsku stjórnini um tíðindini. Danmark hevur sett seg í samband við onnur lond við tí endamálið at vita hvussu Iran kann revsast fyri ætlanirnar. Danska stjórnin fer at arbeiða fyri at ES skal viðgera tørvin á fleiri revsitiltøkum móti Iran. Og iranski sendimaðurin í Danmark hevur verið á fundi í uttanríkistænastuni, har politiski stjórin vegna donsku stjórnin fordømdi framferðarháttin hjá iransku stjórnini.

Iranska stjórnin noktar fyri at hava planlagt eina morðroynd á danskari jørð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder