Seinasta samdøgrið eru 41 fólk staðfest smittað við COVID-19 í Danmark. Hetta er lægsta talið síðan 16. mars, vísir uppgerð frá Statens Serum Institut.
Sostatt er talið á staðfestum tilburðum í Danmark nú komið upp á 10.968. Sambært Ritzau, er veruliga talið helst hægri, av tí at tað ikki eru øll, sum fáa sjúkueyðkenni og lata seg kanna.
394.394 kanningar eru nú gjørdar í Danmark – 5.691 fleiri enn í gjár. Kanningar, sum vístu eitt ógreitt úrslit, og kanningar, har úrslitið enn ikki er greitt, eru tó ikki taldar við.
Talið á kanningum er økt munandi seinastu tíðina, eftir at myndugleikarnir eru farnir í holt við at kanna fleiri fólk.
Les eisini: Allir danir fáa tilboð um koronatest
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald