Uttanlands

Danmark letur enn meira upp

Flokkarnir á tingi samdir um at víðka varðisligu upplatingina av Danmark. Fleiri fólk fáa nú loyvi at koma til landið, og latið verður meira upp vestan fyri Stórabelt enn á Sælandi, har fleiri koronatilburðir eru

Mette Frederiksen vitjaði í vikuni eina av matstovunum, sum nú eru latnar uppaftur (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen vitjaði í vikuni eina av matstovunum, sum nú eru latnar uppaftur (Mynd: EPA)

2020-05-21 09:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir drúgvar samráðingar í allan gjár gjørdust flokkarnir á Fólkatingi í gjárkvøldið samdir um at lata Danmark enn meira upp. Tað merkir at fleiri støð lata upp longu nú beinanvegin.

Listasøvn, leikhús, listahøllir, biohøllir, akvariir, djóragarðir og botaniskir garðar sleppa at lata upp beinanvegin.

Og mikudagin kunnu miðnámsskúlar, útbúgvingar, háskúlar og málskúlar byrja aftur. Hetta merkir, at studentaskúlanæmingar í 1. og 2. g og 1. hf’arar, sum eru undirvíst umvegis netið í tveir mánaðir nú fáa tær seinastu vikurnar saman áðrenn farið verður í summarfrí, skrivar dr.dk.

Donsku landamørkini verða tó framvegis stongd, men flokkarnir eru samdir um av víðka listan fyri loyvd endamál fyri at sleppa til Danmarkar.

Hetta merkir eitt nú, at frá mánadegnum, kunnu fólk í hinum Norðurlondunum og Týsklandi sleppa inn í landið, um tey eitt nú eiga summarhús í Danmark, hava unnustu ella ommu og abba í Danmark. Handilsfólk fáa eisini loyvi til at ferðast til og úr landinum.

29. mai fer stjórnin at leggja fram eina ætlan um hvussu ferðavinnan stigvíst kann lata uppaftur.

- Tað snýr seg um at finna javnvágina, har vit taka sjúkuna í størsta álvara, men samstundis lata upp so nógv vit kunnu, sigur formaðurin í Vinstra-flokkinum, Jakob Ellemann-Jensen við dr.dk.

Framvegis verður tó ikki loyvt at savnast fleiri enn 10 fólk

Og framvegis eru tað støð, sum ikki sleppa at lata uppaftur. Hetta er eitt nú galdandi fyri alt innandura ítróttar- og felagslív. Bannið er eisini galdandi fyri diskotek, spælistøð og ”náttarlív”. Eisini er hægru útbúgvingarnar framvegis umfataðir av forboðnum.

Jútland og Fjón lata meira upp
Men regiónirnar vestan fyri Stórabelt, tær eita Syddanmark, Midtjylland og Nordjylland, fáa loyvi at lata meira upp enn restin av landinum frá í komandi viku av, tí tað ikki eru staðfestir eins nógvir tilburðir av korona her, sum í Keypmannahavn og Sælandi annars. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder