Uttanlands

Danmark letur spakuliga uppaftur

Stjórnin setir krav um koronapass fyri at sleppa til eitt nú frisør – politisk semja um upplatingina varð gjørd í gjár

Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

Mette Frederiksen (Mynd: EPA)

2021-03-23 07:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Háfríðkanarstovur og aðrar líknandi tænastur í Danmark fáa eftir páskir møguleika at lata uppaftur.

Tað upplýsti danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, á einum tíðindafundi í gjárkvøldið eftir politiskar samráðingar í fleiri tímar um uppafturlatingina.

Dagurin fyri nær hárfríðkarar og eitt nú tatovørar sleppa at lata uppaftur, er settur til 6. apríl.

Men fyri at kunna taka ímóti eini veiting av hesum, skal ein hava eitt koronapass ella vísa eina negativa koronaroynd, sum ikki er eldri enn 72 tímar. Hetta er tó undantikið børn undir 15 ár, skrivar Ritzau.

Eisini er framhaldandi krav um at bera munnbind ella verndarskíggja.

Ein app, kallað “MinSundhed”, skal brúkast sum koronapass til ein nýggj serlig app er gjørd til endamálið, verður sagt í avtaluni millum politisku flokkarnar. Henda appin er væntandi klár síðst í mai.

Eisini donsku handilsmiðstøðirnar kunnu rokna við at kunna lata uppaftur. Mette Frederiksen segði á tíðindafundinum at “minni handilsmiðstøðir” kunnu lata uppaftur umleið 13. apríl, meðan tær størru mugu bíða til 21. apríl.

Ein breiður meiriluti á Fólkatingið stendur saman um avtaluna um at lata uppaftur. Bert flokkurin Nye Borgerlige er ikki við í avtaluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder