Uttanlands

Danmark nú gjørt fleiri enn 200.000 kanningar

Ætlanin er at kanna nógv fleiri enn higartil – 9.300 tilburðir av koronasmittuni eru staðfestir í Danmark

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-01 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni eru 206.576 koronakanningar gjørdar í Danmark, sambært skrásetingini hjá Statens Serum Institut.

Veruliga talið er tó væntandi hægri, av tí at kanningar, har úrslitini enn ikki eru tøk, ikki eru við í uppgerðini.

Talið á skásettum tilburðum í Danmark er 9.311. Sambært nýggjastu uppgerðini frá í gjár, eru 255 fólk við smittuni innløgd, og 452 eru nú deyð. Tølini verða dagførd seinnapartin, skrivar Jyllands-Posten.

Danmark er byrjað uppá eina nýggja kanningarætlan, har munandi fleiri fólk skulu kannast. Hetta skal m.a. gerast í 16 nýggjum kanningartjøldum, sum verða sett upp kring landið.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder