Uttanlands

Danmark og Grønland fáa stuðul úr Evropa

Tað er upp til Grønland og danska kongaríkið at avgera framtíðina hjá Grønlandi, verður sagt úr Stórabretlandi, Fraklandi og Týsklandi

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer (Mynd: EPA)

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer (Mynd: EPA)

2026-01-05 15:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leiðarar í Íslandi, Svøríki, Noregi og Finnlandi hava víst sín stuðul til Danmark og Grønland, eftir at ameirkanski forsetin, Donald Trump enn einaferð hevur endurtikið ynskið um at yvirtaka Grønland, og eisini fáa tey stuðul úr Stórabretlandi, Fraklandi og Týsklandi.

Les eisini: Norðurlond stuðla Danmark og Grønlandi

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer sigur, at hann stendur saman við danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen, sum hevur heitt á USA um at steðga øllum hóttanum um at yvirtaka Grønland.

Les eisini: – USA ongan rætt til londini í ríkisfelagsskapinum

– Lat meg gera tað heilt greitt viðvíkjandi Grønlandi. Framtíðin hjá Grønlandi er upp til Grønland og danska kongaríkið, sigur Starmer.

Talsfólk hjá franska uttanríkismálaráðnum, Pascal Confavreux sigur, sambært Ritzau, at landamørk kunnu ikki broytast við valdi.

– Grønland eiga grønlendingar og danir, og tað er upp til teir at avgera, hvat teir vilja gera við tað, sigur hann.

Talsfólk hjá týsku stjórnini sigur eisini, at støðan verður umrødd við Danmark og ES-lond.

Les eisini: Jens-Frederik Nielsen: Nú er nóg mikið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder