Tað er respektleyst, tá amerikanski forsetin tosar um, at USA hevur tørv á Grønlandi, og ein fyrrverandi ráðgevi hjá Trump-umsitingini leggur eina mynd út á sosialar miðlar, har Grønland er í amerikonskum litum.
Tað skrivar grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen á Facebook.
Les eisini: – USA ongan rætt til londini í ríkisfelagsskapinum
Hann vísir á, at bæði londini eru sameind og partur av verjusamgonguni NATO, og hoyrir tað ongastaðni heima, at sameind tosa um at hertaka hvønnannan.
– Tá amerikanski forsetin tosar um, at “okkum tørvar Grønland” og knýtir okkum saman við Venesuela, og hernaðarliga uppíblanding, so er tað ikki bert skeivt. Tað er respektleyst.
Les eisini: Trump endurtekur, at USA hevur tørv á Grønlandi
– Hóttanir, trýst og tos um hertøku hoyrir ongastaðni heima milum vinir. Tað er ikki soleiðis, mann tosar við eitt fólk, sum ferð eftir ferð hevur víst ábyrgd, støðufesti og trúfesti, skrivar hann.
Grønlendski landsstýrisformaðurin sigur, at nú er nóg mikið.
– Ikki meira trýst. Ikki fleiri tilvísingar. Ikki fleiri ímyndanir av hertøku.
Jens-Frederik Nielsen sigur, at Grønland er opið fyri samskifti, men tað skal vera við virðing fyri fólkarættinum og ikki umvegis tilvildarligar og respektleysar dagføringar á sosialum miðlum.
Les eisini: Mynd av Grønlandi í amerikonskum litum vakt ans á sosialum miðlum
– Grønland er okkara heim og okkara øki. Og soleiðis verður framhaldandi, skrivar hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald