Uttanlands

Danmark: Sleppa aftur at klemmast og sita tætt

Danska heilsustýrið linkar nú tilmælið um frástøðu fyri tey, sum eru liðugt koppsett

Mynd: Shutterstock

Mynd: Shutterstock

2021-03-28 15:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Danmark hevur tilmælið um frástøðu seinasta árið verið galdandi fyri øll, men danska heilsustýrið hevur nú tikið avgerð um at linka tilmælini eitt sindur.

Hetta hevur við sær, at fólk, sum eru liðugt koppsett, ikki noyðast at halda frástøðu í sínum egna heimi. Hetta merkir, at tey kunnu sita tætt at ella klemma onnur, sum eru liðugt koppsett ella sum ikki eru í stórum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av koronu.

Orsøkin til hetta er, sambært Helene Probst, varastjóra hjá danska heilsustýrinum, at koppsetingin hevur víst seg at geva góða verju.

– Hetta umfatar t.d. búfólk á ellis- og røktarheiminum, sum nú, tá tey fáa vitjan av ommu- og abbabørnum ella langommu- og langabbabørnum, bæði kunnu klemma tey og halda í hondini á teimum, tí at tey eru gott vard av koppsetingini, sigur hon við DR.

Tilmælini verða linkað fyri tey, sum í minsta lagi 14 dagar frammanundan hava fingið seinnu koppsetingina.

Tilmælið um frástøðu er tó framvegis galdandi fyri øll í almenna rúminum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder