Innanlands

Dannebrog helst eisini skorið niður á Arktisk Kommando

Tað var ikki bara í Amtmansgarðinum, at Dannebrog ikki slapp at veittra í gjár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-04-26 15:33 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Tað var vekk um kvøldið og vit hava ikki funnið tað aftur enn. 

Tað sigur Jes Hundquist, ovastin fyri Arktisk Kommando í Føroyum. Tað var sostatt ikki bara í Amtmansgarðinum, at Dannebrog ikki slapp at veittra á flaggdegnum í gjár. Men eins og á Ríkisumboðnum, ætla tey á Arktisk Kommando ikki at gera nakað við málið. 

Les eisini: Dannebrog verður ikki politimál - hetta er hent áður  

- Eg havi ongar ætlanir um at fara víðari við málinum. Vit vita í roynd og veru ikki hvat er hent, og tí hava vit heldur ongar ætlanir um møguliga at melda málið til løgregluna, sigur Jes Hundquist, sum ikki veit um, at talan hevur verið um nakran trupulleika áður. 

- Eg havi ikki vitan um, at hetta er hent onnur ár, sigur hann. 

Ríkisumboðskvinnan greiddi fyrr í dag Portalinum frá, at tey fylgja einum lista hjá danska løgmálaráðnum um, hvørjum flaggi tey skulu flagga við til hvørjar dagar. Á Arktisk Kommando er støðan líknandi. 

- Vit fáa ein lista frá Ríkisumboðnum, sum vit fylgja nágreiðiniliga, sigur Jes Hundquist at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder