Mentan

Dansibandsfestivalurin verður útsettur

Ikki ráðiligt at dansa fyrst í mai, tá festivalurin eftir ætlan skuldi haldast

2020-04-02 09:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sum tann fyrsti av teimum størru tónleikafestivalunum, boðar Dansifestivalurin í Vági nú frá, at ætlaði festivalurin ikki verður hildin, sum ætlað 1. og 2. mai í ár.

Orsøkin er korona-smittan, sum herjar um allan heim.

Enn er støða ikki tikin til nær festivalurin ístaðin verður hildin. Nærri verður at frætta um tað eftir páskir, skrivar festivalurin í tíðindaskrivi.

Festivalurin hevði gjørt avtalur við trý orkestur at vera høvuðsnøvn á tiltakinum í ár: Ingemars og Contrazt, sum bæði koma úr Noregi, og so vælumtókta lokala orkestrið Jans Jacob & Vinmenn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder