Uttanlands

Danska stjórnin bakkar: Tvangskoppsetingar tiknar úr nýggja uppskotinum til epidemilóg

Upprunaliga lógaruppskotið um nýggja epidemilóg er tikið aftur, og nýtt uppskot lagt fram. Tvangskoppsetingar eru nú ikki partur av uppskotinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-10-14 06:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein nýggj epidemilóg er á veg í staðin fyri skundlógina, ið varð samtykt av fólkatingi 12. mars í ár í sambandi við koronastøðuna. Skundlógin heimilar í løtuni fleiri avmarkingar og forboð móti einstaklingum og fyritøkum í Danmark, millum annað forboð móti stórum samkomum í almenna rúminum og afturlatingar av handlum, matstovum við meira.

Ætlanin var, at hesar heimildir skuldu vera fyribils í sambandi við koronakreppuna, og lógin skuldi tí ganga út 1. mars í 2021.

Men danska stjórnin hevur tó arbeitt við einari nýggjari epidemilóg, sum skuldi gera hesar og aðrar heimildir varandi. 1. oktober varð uppskot til nýggja epidemilóg sent út til hoyringar í Danmark. 

Uppskotið skoytir ein nýggjan bólk av sjúkum uppí lógina, sum verða kallaðar “samfelagskritiskar sjúkur”, og inniheldur harafturat fleiri víðfevnandi heimildir - millum annað tvangskoppseting av einstaklingum. Sambært Ritzau vilja fleiri danskir politikarar vera við, at uppskotið til lógina fer ov langt, og stuðulsflokkarnir hjá donsku stjórnini, Einheitslistin og Tey Radikalu, meldaðu út 1. oktober, at tey gingu ikki við til at samtykkja uppskotið. 

- Sambært uppskotinum verður tað stjórnin sjálv, sum kann siga, at nú hava vit eina samfelagskritiska sjúku, sum harvið gevur stjórnini heimild til at gera inntriv so sum savningarforboð, krav um munnbind og onnur tiltøk, segði Peder Hvelplund frá Enhedslisten við Ritzau 1. oktober.

- Tað kunnu vit ikki góðtaka. Tað er í lagi, at mann kann brúka tey amboð, tá ið ein sjúka sum til dømis COVID-19 hóttir altumráðandi samfelagsvirksemi. Men tað er ikki ein heimild, sum stjórnin skal kunna veita sær sjálvum, segði Hvelplund. 

Tað sær tó út til, at danska stjórnin hevur tikið nakrar av atfinningunum til sín. Fyrradagin varð nýtt uppskot til epidemilóg sent út til hoyringar, har m.a. ásetingarnar um tvangskoppseting vórðu tiknar burtur. 

Fólkatingslimurin fyri Nýggj Borgarlig, Lars Boje Mathiesen, skrivaði gjáramorgunin á Facebook, at tað er takkað verið mótstøðuni hjá fólki, at upprunaliga lógaruppskotið til nýggja epidemilóg er tikið aftur.

- Jú, stjórnin hevur nú sent eina nýggja útgávu av lógini út til hoyringar, har tað er broytt í tekstinum um t.d. tvangskoppseting. Tey hava merkt trýstið, skrivar Lars Boje Mathiesen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder