placeholder
Uttanlands

Danska stjórnin kallað saudiarabiska sendimannin til fundar

Danir vilja hava svar nú turkiski forsetin sigur at saudiarabiskir embætismenn løgdu morðið á Kashoggi til rættis

Anders Samuelsen, danski uttanríkismálaráðharrin

Anders Samuelsen, danski uttanríkismálaráðharrin

2018-10-23 12:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Saudiarabiski sendimaðurin í Danmark er biðin um at koma til fund við danska uttanríkismálaráðharran Anders Samuelsen. Orsøkin er, at Danmark vil hava greiðu á hvat fór fram, nú turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, sigur, at saudiarabsikir embætismenn løgdu morðið á saudiarabiska journalistinum Jamal Kashoggi til rættis.

- Talan hjá Erdogan hevur ført til nýggjar spurningar, og eg havi tí valt at biðja um at fáa saudiarabiska sendimannin inn á Uttanríkisráðið, so at hann kann royna at geva eina frágreiðing um hvussu hann sær støðuna, sigur Anders Samuelsen við TV2.

Saudiarabiskir myndugleikar søgdu fyrst, at 59 ára gamli Kashoggi, sum var sera atfinningarsamur inn á politisku og samfelagsligu skipanina í Saudi Arabia, fór úr saudiarabiska konsulátinum í Istanbul tann 2. oktober. Men um vikuskiftið hoyrdist, at Kashoggi lat lív undir einum bardaga á konsulátinum.

Ymisku frágreiðingarnar sáa iva um trúvirði hjá saudiarabisku myndugleikunum, og talan hjá Erdogan hevur nú av álvara sett gongd í ivamálini.

Les eisini: Erdogan: Saudiarabia legði ætlan um at drepa Koshoggi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder