Uttanlands

Danska stjórnin kann nú banna fólkum at savnast

Fólkatingið samtykti seint í gjárkvøldið skundlógina, ið gevur møguleika at herða núverandi tiltøkini móti korona

Um forboðið verður sett í verk, merkir tað, at fleiri enn tvey fólk kunni ikki savnast í Danmark. Ein familja - húsarhaldið - er undantakið (Mynd: EPA)

Um forboðið verður sett í verk, merkir tað, at fleiri enn tvey fólk kunni ikki savnast í Danmark. Ein familja - húsarhaldið - er undantakið (Mynd: EPA)

2020-04-01 06:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni er tað ikki lógligt hjá fleiri enn tíggju persónum at savnast í Danmark. Hetta talið kann stjórnin skjótt skera niður til tvey, um tað verður neyðugt.

Tað er greitt, eftir at eitt samt Fólkating seint í gjárkvøldið samtykti eina nýggja skundlóg. Hetta skrivað danskir miðlar.

Undir vanligum umstøðum hevði tað tikið langa tíð at fingið nakað slíkt ígjøgnum - um umstøðurnar høvdu verið vanligar, hevði hetta heldur ikki verið sæð sum ein gongd leið.

Hetta merkir ikki, at núverandi tiltøk, ella forboð, verða herd beinanvegin. Tað merkir, at stjórnin kann nýta hendan møguleikan, so skjótt sum hon metir, at tað er neyðugt. 

Forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, segði á tíðindafundi mánadagin, at Danmark møguliga fer at lata spakuliga upp aftur eftir páskir.

Danska stjórnin hevur fyrr í koronatilgongdini samtykt skjót lógarverk, og løgreglan hevur í løtuni størri heimildir enn áður.

Um forboðið verður sett í verk, merkir tað, at fleiri enn tvey fólk ikki kunnu savnast í Danmark. Ein familja - húsarhaldið - er undantakið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder