Danska stjórnin hevur ætlanir um at byggja eina stóra oyggj í Keypmannhavn. Stjórnin hevur seinastu árini hugsavna seg um øki aðrastaðni í landinum, men nú verður eyga vent móti høvuðsstaðnum.
Oyggja skal liggja norðanfyri Refshaleøen á Amager, og fer at eita Lynettehólmurin.
- Á oynni verður pláss til 35.000 íbúgvar og tilsvarandi tali av arbeiðsplássum, sigur danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen.
Ætlanin er at byggja 20.000 nýggjar bústaðir á Nynettehólmanum. Oyggin skal eisini virka sum ein verðurlagstrygging, sum skal verja havnini í Keypmannahavn móti vaksandi vatnstøðu. Harumframt skal sølan av byggiøkjum fíggja eina nýggja metrolinju út á Lynettehólman, skrivar TV2.
Fyrstu íbúðirnar verða væntandi bygdar í 2035, meðan allurin Lynettehólmurin vøntandi verður liðugur í 2070.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald