Uttanlands

Danska stjórnin vil steðga sølu av nýggjum diesel- og bensinbilum í 2030

Og í 2035 skulu allir bilar í Danmark verða elbilar ella bilar við null-útlát

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-10-02 14:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danska stjórnin ynskir at steðga allari sølu av nýggjum diesel- og bensinbilum í 2030. Ætlanin er ein partur av komandi veðurlagsútspælinum hjá donsku stjórnini.

Harumframt skal hvør einasti nýggi bilur í Danmark í 2035 verða elbilur ella ein annar bilur við null-útláti.

Hetta segði Lars Løkke Rasmussen, danskur forsætisráðharri, í síni talu, tá Fólkatingið varð sett í dag.

- Hetta fer at merkja, at í 2030 verða ein millión hybrid-, el-, ella tilsvarandi grønir bilar í Danmark. Tað er ein stór ætlan, sum ikki verður løtt at fullføra, segði Lars Løkke Rasmussen.

Í farnu viku mælti Klimaráðið í Danmark til, at Danmark skuldi steðga við at selja bilar, sum heilt ella partvíst koyra á bensin ella diesel.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder