2018-11-25 14:10
Klokkan trý í gjár herdi Ljósmøðrafelagið verkfallið og tóku øll undantøk aftur.
Men samstundis lendu tvær danskar ljósmøður á flogvøllinum í Vágum, tær eru síðani farnar til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum.
Forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum, Annika Hoydal, harmast um hetta.
"Vit mugu bara staðfesta, at ein vikarstova í Danmark ikki virðir verkfalsrættin hjá okkum, og hevur funnið tvær ljósmøður, sum ikki eru í nøkrum fakfelag, at koma til Føroya at arbeiða," sigur hon sambært KVF.
Ljósmøðrafelagið hevur, sambært Anniku Hoydal, fingið stuðul bæði frá danska ljósmøðrafelagnum og øðrum norðurlendskum ljósmøðrafeløgum undir verkfallinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald