2019-05-31 06:10
Valstríðið í Danmark til fólkatingsvalið er í hæddini í hesum døgum, og sambært veljarakanningunum sær tað ikki alt ov gott út hjá bláa blokkinum.
Hóast tað, so hevur forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sett tíð av at vitja í Føroyum í dag.
Seinnapartin skipar Venstre nevniliga fyri almennum kjakfundi í Öström. Aftaná kjakfundin vitjar Lars Løkke eisini á Glyvrum hjá Bakkafrosti, og dagurin endar á Koks frammi við Gjónna.
Kjakfundurin í Öström er frá klokkan 14 til 15.
Sí eisini: Video: Góða lag á Westward Ho - Vi mødes vel snart igen… Lars Løkke
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald