Uttanlands

Danskir politikarar øtast inn á amerikanskt tilboð

Tilboðið um at veita Grønlandi fíggjarligan stuðul fellur ikki í góða jørð í Keypmannahavn

(Tilvildarlig savnsmynd)

(Tilvildarlig savnsmynd)

2020-04-22 18:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kronikkin hjá Carla Sands har hon gevur lyfti um at veita Grønlandi fíggjarligan stuðul, verður ikki væl móttikin av donskum politikarum.

Tað er serliga tann eini setningurin í kronikkini, sum fellur donsku politikarunum fyri bróstið: ”Amerikanska stjórnin er í holt við at orða ein týðandi pakka við búskaparligum stuðli, ið kann geva nýggja orku til vøksturin í Grønlandi”

Les eisini: USA vil hjálpa Grønlandi við pengum 

- Tað er ógvuliga provokerandi, at vit hava ein tættan samstarvspartnara, ið so opið roynir at skapa ósemju í ríkisfelagsskapinum. Eggjar til tvístøðu og ósemju. Tey hava eftir øllum at døma funnið út av, at tað ikki kann gerast við at keypa Grønland. Nú royna tey at loypa split í dansin á henda hátt, sigur Karsten Hønge, framsøgumaður hjá SF við netmiðilin Altinget, og sipar til royndirnar hjá Donald Trump í fjør at keypa Grønlandi.

Eisini Dansk Folkeparti øtast.

- Tá slíkur fíggjarligur stuðul verður bjóðaður, er tað vanliga til menningarlond. Tí er eitt slíkt tilboð ein háðan móti Grønlandi og móti ríkisfelagsskapinum, sigur Søren Espersen, framsøgumaður í grønlendskum viðurskiftum hjá Dansk Folkeparti.

Í danska javnaðarflokkinum eru tey meira varðislig í sínum viðmerkingum.

- Hetta er ein trupul støða, tá vit hava ein tættan samstarvsfelaga, sum beinleiðis við stuðla ein part av ríkinum. Eg vóni sjálvandi, at tey eisini vilja stuðla øðrum økjum. Nú komi eg sjálvur frá Lollandi. Amerikanararnir eru vælkomnir at gera íløgur í Lollandi eisini, sigur Kasper Rough, ið er framsøgumaður í grønlendskum málum hjá Sosialdemokratiet.

Hann vil ikki gera viðmerkingar til, um hann heldur, at USA er farið ov vítt við hesum tilboðnum.

- Men tað er sjálvandi mark fyri, hvussu eitt annað land kann tíggja sær á donskum øki, , sigur Kasper Roug við Altinget.

Jeppe Kofod, danskur uttanríkisráðharri umboðandi Sosialdemokratiet, hevur ikki gjørt viðmerkingar til útsøgnirnar hjá amerikansku sendifrúnni.

Heldur ikki Carla Sands hevur ynskt at greiða nærri frá hvat tilboðið inniber.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder