Uttanlands

Deyðstalið í Spania nærkast 12.000

Seinasta samdøgrið hava 809 fólk við koronasmittuni latið lív í Spania – landið hevur gott 125.000 skrásettar tilburðir

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2020-04-04 15:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið eru 809 fólk deyð við koronasmittuni í Spania. Tað er ein lítil minking í mun til dagin fyri, har talið var 932.

Sambært Ritzau er samlaða talið á deyðum í Spania nú farið uppum 11.700, og gott 125.000 fólk í landinum hava fingið staðfest smittuna – gott 7.000 fleiri enn dagin fyri.

Spania er eitt av teimum londunum í Evropa, sum eru harðast rakt. Tað er bert í Italia, at samlaða deyðstalið er hægri enn í Spania – gott 15.000.

Seinastu dagarnar hevur dagliga deyðstalið verið hægri enn í Italia, men í dag er annar dagur á rað, at talan er um eina minking.

Hósdagin fór samlaða deyðstalið kring allan heimin uppum 50.000, og sama dag fór samlaða talið á skrásettum tilburðum uppum eina millión. Tað er ein góð vika síðani, at talið var niðri á 529.000.

Í løtuni eru gott 59.000 deyð við koronasmittuni um allan heimin, meðan talið á skrásettum tilburðum er 1,1 mió.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder