Talið av deyðum við koronasmittuni í Spania er seinasta samdøgrið vaksið við 102 fólkum. Tað upplýsa heilsumyndugleikarnir í landinum.
Tað er tað lægsta talið av skrásettum andlátum í eitt samdøgur í átta vikur.
Tá smittan var uppá tað ringasta, vóru tað dagliga skrásett yvir 900 andlát við koronasmittuni í Spania.
Deyðstalið, ið varð gjørt upp til leygardagin var 102. Fríggjadagin var talið 138, ein minking frá hósdegnum, tá talið var 217.
Samlaða talið av skrásettum andlátum í Spania er 27.563, meðan yvir 274.000 hava fingið staðfest smittuna
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald