Fyrrapartin hava ófráboðaðir fyrispurningar til løgmann og landsstýrisfólk verið á skrá í løgtinginum.
Væntast kundi, at onkrir spurningar fóru at verða settir um fosturtøku og tað, sum løgmaður fráboðaði í morgun, nevniliga, at Súsanna Bertholdsen fór frá sum landsstýriskvinna, og Djóni Nolsøe Joensen eftir ein dag sum frákoyrdur landsstýrismaður, aftur hevur evstu politisku ábyrgd av barna- og útbúgvingarmálum.
Tað kom bara ein spurningur um fosturtøkumálið. Hann var frá Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, sum spurdi landsstýrismannin, um hvussu Føroyar kunnu hava eitt mál at vera heimsins besta barnaland, um barnið í móðurlívi als onga verju fær.
Nýendursetti landsstýrismaðurin snúði sær undan at svara spurninginum, hóast spyrjarin í øðrum umfari loyvdi sær at seta spurningin einaferð afturat.
Í staðin fyri segði Djóni Nolsøe Joensen, at hann fegnaðist um at hava fingið landsstýrissessin aftur, hann viðgekk eisini, at hann helt at sessurin á órættvísan hátt varð tikin frá honum.
Fremsta orsøk til at landsstýrismaðurin fegnast er, at arbeiðið við at gera eina barnalóg, ið skal tryggja at børnini í Føroyum vaksa upp í heimsins besta landi, verður ført á mál og vónandi kann samtykkjast einaferð í vár, segði Djóni Nolsøe Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald