
Franski høgrapolitikarin Marine Le Pen er í dag funnin sek í at hava misnýtt ES-fígging.
Le pen er tingbólkaforkvinna í andstøðuflokkinum Rassemblement national, og saman við henni eru fleiri aðrir limir í flokkinum eisini funnin sek í málinum.
Marine Le Pen hevur fingið fýra ára fongsulsrevsing, harav bert tvey ár eru treytaleys, og tey sleppur hon at sita við fótleinkju. Eisini fær hon eina bót á 100.000 evrur umframt forboð ímóti at stilla upp til alment embæti komandi fimm árini.
Eitt slíkt forboð merkir, at Le Pen ikki kann stilla upp á næsta forsetavali, sum verður í 2027.
Hon hevur tríggjar ferðir áður bjóðað seg fram sum forsetavalevni, tó uttan at vinna, men á komandi valinum verður hon mett at hava betri møguleikar enn nakrantíð, m.a. tí at flokkur hennara gjørdist størstur í franska tjóðartinginum eftir valið í 2024, og tí at sitandi forsetin, Emmanuel Macron ikki kann stilla uppaftur.
Le Pen hevur áður boðað frá, at forsetavalið í 2027 verður hennara seinasta.
Flokkurin Rassemblement national hevur eisini fingið eina bót á tvær milliónir evrur, sum er umleið 15 milliónir krónur.
Sjálv hevur Le Pen víst ákærunum aftur og heldur, at kravið hjá ákærarnum er órímiligt. Rættarmálið er ein heksajagstran, sum hevur til endamáls at halda Rassemblement national frá valdinum, heldur hon.
Formaðurin í Rassemblement National, Jordan Bardella sigur, at Le Pen er órættvíst dømt, og við hesum dóminum er sjálvt franska fólkaræðið avrættað.
Le Pen og aðrir limir og starvsfólk í Rassemblement national eru ákærd fyri at hava misnýtt yvir tríggjar milliónir evrur - 22 milliónir krónur. Peningurin, sum var ætlaður ES-tinglimum, skal hava verið brúktur til at gjalda lønina hjá starvsfólkum í flokkinum.
Um málið verður kært, fer málið væntandi at taka umleið eitt ár, og tí kann málið verða avgreitt í 2026, og tí er framvegis møguleiki fyri, at Le Pen fer at kunna stilla uppaftur á næsta forsetavali í 2027.
Dagførd kl. 13.39
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald