2018-09-26 13:11
Tað var 25. apríl í ár, at Peter Madsen varð dømdur fyri at hava dripið og neyðtikið 30 ára gomlu tíðindakvinnuna Kim Wall í kavbáti sínum. Hann varð dømdur lívslanga fongsulsrevsing.
Men Peter Madsen valdi tó at kæra longdina av revsingini, og við hesum hevur hann valt at góðtaka avgerðina frá dóminum um, at hann er sekur í dráp og kynsligari skammferð.
Kæran hevur verið til viðgerðar í Eystara landsrætti, og um ein góðan tíma fellur dómur um, um revsingin er í lagi ella ei.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald