Uttanlands

Donald Trump: - Tit skulu aldrin hótta USA aftur

Forsetin í USA fer í kríggj á Twitter við iranska forsetan, Hassan Rouhani

Amerikanski forsetin Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin Donald Trump (Mynd: EPA)

2018-07-23 07:48 Author image
Oda Strøm
placeholder

- Tit skulu aldrin hótta USA aftur. Annars fær tað avleiðingar, sum sjáldan eru sæddar í søguni. 

Soleiðis skrivar forsetin í USA, Donald Trump, í stórum bókstavum á Twitter beinleiðis til iranska forsetan, Hassan Rouhani, tíðliga í morgun. 

- Vit eru ikki longur eitt land, sum góðtaka tíni forstýraðu orð harðskap og deyða. Ansa eftir!

Útsøgnin hjá Trump er eitt aftursvar til sjónvarpaðu taluna í gjár hjá Rouhani, har hann ávaraði USA um, at møguliga verður Hormuz-sundið stongt, um USA heldur fram "at spæla við halan hjá leyvuni", sum Rouhani málber seg.

Røðan var eitt aftursvar til USA, sum hevur hótt við at revsa lond, sum ikki innan 4. november gevast at keypa olju frá Iran. Donald Trump, forseti, boðaði 8. mai í ár frá, at USA fer úr kjarnorkuavtaluni, og at landið aftur fer at seta í verk tiltøk móti Iran.

Eisini amerikanski uttanríkisráðharrin Mike Pompeo hevur langað út eftir Iran. Tað gjørdi hann á einum fundi sunnukvøldið fyri iranska-amerikanska fólkinum í Kalifornia sambært TV2. 

Hann langaði út eftir religiøsu leiðarunum í Iran, sum hann kallaði "hykleriskir, heilagir menn", og kritiseraði samstundis eisini iransku stjórnina, sum sambært Pompeo minnir meira um eina mafia enn einari stjórn. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder