Uttanlands

Donsk kanning: Dreingir hálovaðir, gentur skýrdar bíligar

Kynsligi aktiviteturin er tann sami millum tey ungu men verður uppfataður ymiskt, vísir nýggj donsk kanning

(Mynd: Ung í Føroyum)

(Mynd: Ung í Føroyum)

2018-06-26 07:55 Author image
Oda Strøm
placeholder

Gentur og dreingir millum 16-20 eru eins aktiv kynsliga, men meðan dreingir kunnu kenna seg tryggar at fortelja um teirra kynsligu upplivingar, mugu gentur ansa sær at tosa opið um tær, tí annars kunnu tær verða stemplaðar sum bíligar og óreinar.

Tað vísir ein nýggj frágreiðing, sum Javnstøðumálaráðið í Danmark hevur umbiðið, og sum Det National Forsknings- og Analysecenter for Velfærd, VIVE, hevur gjørt - Unges opfattelser af køn, krop og seksualitet.

- Tá ið dreingir greiða frá um teirra nýggjasta fong, verða teir hálovaðir, meðan gentur mugu teska um tað - og tær kunnu gott risikera, at onkur heldur, at tær eru farnar ov langt, eru bíligar og óreinar, sigur greinarin Karen Margrethe Dahl sambært DR. 

Sambært frágreiðingini sær tað út til, at sosialu normarnir ávirka gentur og dreingir ymiskt. Tær mest kynsliga aktivu genturnar eru meira raktar av ymiskum sálarsjúkum - t.d. tunglyndi og angist - enn onnur javngomul. 

Samstundis vísir frágreiðingin, at tað kann vera torført sum drongur ikki at vera ein av teimum, sum skorar damurnar, tí dreingir, sum ikki hava roynt seg kynsliga, merkja í størri mun einsemi, enn teir, sum eru kynsliga aktivir. 

Frágreiðingin vísir, at umleið 5. hvør danski studentur hevur roynt at senda eina mynd við kynsligum undirtónum av sær sjálvum til ein annan persón, 6% hava deilt eina slíka mynd til onnur, og 3% hava upplivað at ein slík mynd er blivin deild uttan loyvi.

64% av teimum ungu er nøgd við sín kropp. Gentur eru meira ónøgdar við kroppin enn dreingir og ynskja at tapa seg - hóast tær hava normala kroppsvekt. Dreingir eru sum oftast ónøgdir við at vera ov klænir. 

Frágreiðingin byggir uppá svar frá 20.000 donskum ungdómum millum 16 og 20 ár, og kann lesast her

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder