Uttanlands

Drápini í Marokko var yvirgangur

Lars Løkke Rasmussen kallar hendingina fyri ”grova” og ”andstyggiliga”

Dripnu kvinnurnar, norska Maren Uelande (t.v.) og danska Louise Vestager Jespersen

Dripnu kvinnurnar, norska Maren Uelande (t.v.) og danska Louise Vestager Jespersen

2018-12-20 07:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, tekur nú frástøðu frá drápinum á eina danska og eina norska kvinnu í Marokko og kallar hendingina fyri ”andstyggiliga” og ”grova”.

Fráboðanin frá forsætisráðharranum varð send út í nátt eftir at danska fregnartænastan kundi vátta, at marokkansku myndugleikarnir nú kannað drápini sum eitt yvirgangsmál, tí tey verða sett í samband við yvirgangsfelagsskapin IS.

- Nógv bendir á, at drápini vóru politisk, og at tað tí er talan um eina yvirgangsatsókn. Tað fyllir meg við vreiði og andstygd, og eg taki frástøðu frá slíkum grovum og andstyggiligum gerðum, sigur Lars Løkke Rasmussen í fráboðanini.

Danska Louisa Vesterager Jespersen og norska Maren Uelande vórðu mánadagin funnar dripnar í tjaldi teirra í einum væl umtóktum ferðafólkaøki nærhendis bygdini Imlil í Atlasfjøllunum í Marokko.

Les: Tvær norðurlendskar kvinnur dripnar í Marokko 

Í tíðindaskrivinum sendir forsætisráðharrin samhugaheilsanir til tey, ið eftir sita.

- Lív teirra fekk ein alt ov bráðan enda. Tankar mínir leita til familjurnar hjá kvinnunum, sum hava mist tað dýrmætasta tey eiga, skrivar hann.

Hann skrivar eisini, at stjórnin fylgir tætt hesum álvarsmáli.

- Hetta vísir, at tað framvegis eru myrkar kreftir, sum við harðskapi stríðast móti okkara livihátti. Hetta øsir meg, men eg eri eisini sannførdur um, at vit aldri mugu slaka, sigur Lars Løkke Rasmussen í skrivinum.

Fýra mans eru undir illruna fyri drápini. Ein teirra varð fongslaður í Marrakesh týsdagin. Hinir tríggir eru nú eftirlýstir, skrivar Ritzau. 

[object Object]
Eftirlýstu marokkansku menninir (Mynd: tv2.no)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder