Innanlands

Dupultur ríkisborgararættur skjótt veruleiki

Ríkislógartilmæli skal tryggja, at galdandi lóggáva í Danmark eisini skal vera galdandi herheima

2018-12-11 07:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skjótt verður tað møguligt hjá føroyingum at varðveita sín danska ríkisborgararætt, uttan mun til um tey flyta til eitt annað land og gerast ríkisborgarar har. Á sama hátt eru útlendingar, sum búgva í Føroyum, ikki noyddir at siga sín upprunaliga ríkisborgararætt frá sær fyri at gerast danskir ríkisborgarar.

Landsstýrið hevur lagt fyri løgtingið eitt ríkislógartilmæli, sum skal dagføra galdandi lóg um ríkisborgararætt. Á tingfundinum í dag verður fyrsta viðgerð í løgtinginum.

- Tað eru nógv ár síðan, at vit hoyrdu fyrstu røddirnar, ið vildu hava møguleikan fyri dupultum ríkisborgararætti. Fyri flest fólk er fyrsti ríkisborgararætturin ein týðandi partur av samleikanum, sum tú treyðugt vil siga frá sær, hóast tú hevur búð og fest røtur og kennir teg sum part av einum øðrum landi, og sum tú eisini vil fáa ríkisborgararætt í. Eg eri tí sannførdur um, at hetta er eitt týdningarmikið fet rætta vegin. Hetta fer at muna væl hjá føroyingum uttanlands og útlendingum í Føroyum, sum í gerandisdegnum merkja fleiri avbjóðingar, tá ið tey seta búgv, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, við heimasíðuna hjá Løgmansskrivstovuni.

Ríkismyndugleikarnir hava gjørt vart við, at lógin um danskan ríkisborgararætt eigur at vera eins í øllum ríkinum. Tað ber ikki til at hava tríggjar ymiskar lógir um danskan ríkisborgararætt í ríkinum.

Tað er ilt at meta um, hvussu nógv fólk, búsitandi í Føroyum, kundu brúkt hesa skipan. Í Manntalinum frá 2011, sæst, at tað vóru 1.439 persónar, sum svaraðu, at tey høvdu annað móðurmál enn føroyskt og danskt. Hetta kann vera ein ábending um, at tað óivað eru nógv fólk í Føroyum, sum kunnu hugsast at brúka hendan møguleika, um dupultur ríkisborgaraskapur eisini verður møguligur í Føroyum. 

Á tingfundinum, sum byrjar klokkan 10 í dag eru eisini tvær aðrar fyrstu viðgerðir. Av uppskotinum hjá landsstýrinum um eykafíggjarlóg fyri desember 2018 og eitt uppskot frá Miðflokkinum um at seta 50 milliónir av um árið í trý ár til boring av tunnli til Dals. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder