Innanlands

Dýr pitsa til vinmannin

Hann skuldi bara inn til vinmannin við einari pitsu, og lat bilin standa í gongd. Trupulleikin var bara, at maðurin sovnaði og bilurin stóð í gongd alla náttina. Tað er brot á ferðslulógina

(Tilvildarlig mynd: Pizza 67)

(Tilvildarlig mynd: Pizza 67)

2021-08-20 08:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk í gjáramorgunin eina fráboðan um ein bil, sum hevði staðið í gongd í nógvar tímar. Farið varð á staðið, og bilurin varð sløktur, men løgreglan fekk ikki fatur á eigaranum.

Um middagsleitið ringir eigarin av bilinum á løgreglustøðina. Hann greiddi frá, at hann skuldi líka vitja ein vinmann og kom við einari pitsa.

Pitsan man hava verið góð, tí bileigarin var sovnaður, og hevði gloymt alt um bilin, sum stóð frá í túninum.

Tað er brot á ferðslulógina ikki at tryggja bilin, og tí fær eigarin eina bót fyri hendingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder