Mentan

Earth Hour verður í kvøld

Tað verður í kvøld klokkan 20.30, at vit sløkkja streymin í ein tíma fyri at varpa ljós á veðurlagsbroytingar

Earth Hour (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

Earth Hour (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/FaroePhoto)

2020-03-28 13:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld verður streymurin sløktur kring heimin í ein tíma fyri at varpa ljós á veðurlagsbroytingar.

Orsakað av koronasmittuni kunnu fólk, eins og undanfarin ár, ikki savnast til stór tiltøk kring heimin, men hóast tað hevur umhvørvisfelagsskapurin, WWF, sum skipar fyri Earth Hour á hvørjum ári, valt at halda fram við átakinum kortini.

Earth Hour tiltøk kring heimin eru vorðin avlýst fyri at minka um smittuvandan, og í staðin hava fleiri lond valt at flyta tiltakið yvir á netið, har stroymað verður beinleiðis frá konsertum.

Earth Hour verður í kvøld frá klokkan 20.30 til 21.30, og í Føroyum, eins og í øðrum londum, verður heldur einki stórt tiltak. Eitt nú er tiltakið, sum skuldi vera í Havn, flutt yvir á Facebook og í Fuglafirði fer trompet-spælarin Johan Hentze at standa einsamallur og spæla úr Mentanarhúsinum móti bygdini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder